Hóast eina tíðarfreist upp á bert 57 tímar, var nevndarformaðurin, Odd Bjellvåg, rímiliga bjartskygdur um møguleikan, at útvega neyðuga kapitalin upp á góðar tvær milliardir, og hann er enn sannførdur um, at við einari rímiligari tíðarfreist hevði hetta eydnast.
- Tað eri eg rímiliga sannførdur um, tí tær ábendingarnar, vit hava fingið á marknaðinum eru, at um tú skal útvega so nógvan kapital, tekur tað einar tríggjar mánaðar. Fingu vit ta tíðina, hevði tað eisini borið til, tí vit hava ein ógvuliga sunnan banka í Føroyum, sigur Odd Bjellvåg.
Hann ásannar, at samtakið hevur ávísar trupulleikar í Danmark.
- Men hinvegin, hevur tú grivið nóg djúpt og hevur tú tikið nóg nógv oman av, so er eisini nakað, sum kann koma inn aftur fyri framman, sigur Odd Bjellvåg.
Hann vísir á, tá øll alivinnan fór fyri bakka í Føroyum, og hvussu eingin trúði upp á ta vinnuna.
- Men bankarnir trúðu upp á hana, og tað vóru eisini nakrir íleggjarar, ið trúðu upp á hana, og bæði bankarnir og íleggjarar hava fingið nógvan pening aftur. Vit kunnu jú bara hyggja eftir Bakkafrost. Samlað sæð hevur tað verið ein sukses søga, sjálvt um tað gjørdist eitt ógvuliga stórt tap í 2004, sigur Odd Bjellvåg.
Vónar føroyska loysn
Í síni frágreiðing til eykaaðalfundin segði Odd Bjellvåg, at Eik Banki nú bert er eitt tómt hylki, og tað merkir, at einki er eftir í felagnum. Heldur ikki meklaravirkið INNI.
- Alt fylgir við yvir í nýggja felagið, eisini meklaravirksemið. Allar ognir verða fluttar yvir eins og allar skyldur uttan tær, sum relatera til eginognina hjá felagnum, sigur Odd Bjellvåg.
Nenvdarformaðurin sær ikki teir stóru møguleikarnar í, at hendan nevndin verður við til at keypa bankan aftur.
- Alt er sjálvandi møguligt, men so skal tað verða saman við øðrum sterkum kreftum. Eg haldi, at í hesum førium er tað týdningarmesta, at talan verður um ein føroyskan banka, men skal tað henda, skulu nógvir pengar til. TF Holding hevur boðað frá, at teir framvegis eru áhugaðir, men tað skal nakað meiri til, enn tað, teir megna at lyfta. Eg havi tó eina vón um, at onnur vilja bakka teir upp, so bankin ikki endar á øðrum hondum, sigur Odd Bjellvåg.
Eingin veruligur møguleiki
Tað hevur ljóðað, at ein teoretiskur møguleiki er fyri, at verandi partaeigarar kunnu fáa ein lítlan part inn aftur fyri síni partabrøv, men tað krevur, at bankin verður seldur fyri ein rættiliga góðan prís.
- Ábyrgdarlánini í bankanum eru umleið eina milliard og tað merkir, at Finansiel Stabilitet skal hava meiri enn eina milliard, áðrenn partaeigararnir kunnu fáa nakað í sín lut. Men tá skulu vit minnast til, at sannlíkindini fyri, at ábyrgdarpeningurin fær nakað, er rímiliga stórur, tó skal hædd takast fyri trupulleikunum í Danmark, tí har er talan helst um eina avvikling av bankanum, sigur Odd Bjellvåg.
Hesar smáu tvær vikurnar hava verið tungar, men eisini avbjóðandi.
- Eg vil siga, at endin á hesum tíðarskeiðinum hevur verið ógvuliga svárur, meðan fyrri partu av tíðarskeiðinum var ein ógvuliga stór avbjóðing. Talan var um trupulleikar, sum kundu loysast, og tað trúðu vit veruliga upp á, og vit arbeiddu eisini til tann allarsíðsta tíman áðrenn vit máttu staðfesta, at har var eingin møguleiki, sigur Odd Bjellvåg.
Hann staðfestir, at í veruleikanum var møguleikin ongantíð til staðar.
- So vit mugu bara staðfesta, at 178 ár av søgu eru farin – í søguna, sigur Odd Bjellvåg, nevndarformaður í Eik Banka.









