Tíðaravmarkað parkering á Skálatrøð

Parkeringin við parkeringsøkini á Skálatrøð og J. Paturssonargøtu eru nú tíðaravmarkað.

Fyri umleið trimum vikum vórðu skelti sett upp við parkeringsøki á Skálatrøð um at parkeringin nú er avmarkað til 8 tímar. Á parkeringsøkinum við J. Paturssonargøtu er tíðaravmarkingin 4 tímar. Parkeringsvørðarnir leggja í hesum døgum áminningar undir viskararnar á bilum, sum hava staðið ov leingi, men seinni verða bøtur givnar. Tí er neyðugt at minnast til at stilla parkeringskivuna á hesum parkeringsøkjum.