Tíðarætlanin til fullveldistilgongdina

Á fundinum í Tinganesi í kvøld legði landsstýrið eisini fram eina tíðarætlan, hvussu ymsu málsøkini skulu yvirtakast fram til endaligu fullveldistøkuna í 2012

 

Hesi málsøki veða løgd undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2003


- Revsirættarmál, persónsrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál og fíggjarrættarmál.

- Havumhvørvisvernd

- Skúlamál

- Íleggingargrunnurin fyri Føroyar

- Vága floghavn


Hesi málsøki verða løgd undir føroyskt málsráði í seinasta lagi 1. januar 2004:


- Dómsstólar

- Ákæruvald, løgverja, fongsulsmyndugleikar

- Kriminalforsorg

- Almannamál


Hesi málsøki verða løgd undir føroyskt málsráði í seinasta lagi 1. januar 2006:


- Gjaldoyramál, peningamál, fíggjarstovnar

- Fólkakirkja

- Sjóvinnumál

- Skipasýn

- Flogferðslumál

- Kortlegging

- Fjarskiftismál


Hesi málsøki verða løgd undir føroyskt málsráði í seinasta lagi 1. januar 2008:


- Vitaverk

- Veðurtænasta

- Tilbúgving

- Heilsumál


Øll onnur málsøki verða løgd undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 2012


Heildarveitingin úr Danmark verður minkað burtur eftir eini skipaðari ætlan ? og veitingin verður sett í Búskapargrunn Føroya.