Lógaruppskotið undir framtíðar fiskivinnupolitikkinum er í gerð. Men hóast landsstýrismaðurin hevði eitt rættuliga greitt og útgreinað upprit við sær á landsstýrisfund næstsíðsta mánadag, so knípur at fáa lógartekstin lidnan.
- Nei, breiðu semjuna havi eg ikki enn, og tí er alt framvegis til diskusjón, sigur Jacob Vestergaard, nú ein lítlan mánað fyri síðsta framløgudag í løgtinginum.
Higartil er breiða semja somikið smøl, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum enn ikki kann siga seg hava sína egnu samgongu aftanfyri tann leist, ið hann legði fyri dagin í uppritinum til áður nevnda landsstýrisfund.
Men sambært Jacob Vestergaard er ósemjan ikki so stór, sum hon kann tykjast.
- Sum eg hoyrdi løgmann, so segði hann, at endalig avhendan av fiskiloyvum kemur ikki uppá tal. Og tað er heldur ikki endamálið. Sama ger seg galdandi fyri viðmerkingarnar frá øðrum flokkum. Tilgongdin er ikki liðug, sigur Jacob Vestergaard og vísir á, at tískil ber enn ikki til at smíða eitt liðugt lógaruppskot.
Tilgongdin skuldi upprunaliga verið komin somikið langt, at lógarverkið kundi leggjast fyri løgtingið áðrenn síðsta framløgudag. Men landsstýrismaðurin fiskar framvegis politsk signal:
- Eg vil hava fleiri sjónarmið frá politisku skipanini, ikki minst politiska fylgibólkinum, sum hevði fund síðsta fríggjadag og aftur hevur fund í dag. Og so kenni eg á mær, at stóru spurningarnir mugu vendast nakrar ferðir afturat, sigur Jacob Vestergaard og heldur fram:
- Vit mugu dyrka pástandirnar meira. Diskutera hugtakið fólksins ogn, umsetiligheitina, ræðisrættin og so framvegis.
Í somáta var uppritið til landsstýrisfundin næstsíðsta mánadag, sambært landsstýrismanninum sjálvum, bara partur av tilgongdini.
- Næsta stigið er at taka samanum, og síðani skal eitt lógaruppskot út til hoyringar hjá vinnuni og áhugapørtum annars, sigur Jacob Vestergaard, sum dregur á svarið til spurningin, nær tað so verður:
- Tað átti at kunna farið út til hoyringar nú í februar, ljóðar heldur trilvandi svarið.
Eitt slíkt lógaruppskot skal leggjast fyri Fiskivinnuráðið, men hoyringin skal vera breiðari enn so, sambært landsstýrismanninum. Men so leingi lógaruppskot ikki er orðað, ber heldur ikki til at senda tað til hoyringar.
- Tilgongdin tekur longri tíð enn ætlað, og tað má eg so bara liva við. Tí kemur einki lógaruppskot í løgtingið í vár. Eg bíði til á ólavsøku, staðfestir Jacob Vestergaard.
Rímuligar vónir
Hóast upprunaliga tíðarætlanin ikki heldur, so heldur landsstýrismaðurin seg ikki hava verið ov bjartskygdan, nú hann vildi endavenda allari fiskivinnulóggávuni eftir einum lítlum ári.
- Nei, neyðugt er at hava eina tíðarætlan. Skipanin er von at arbeiða upp ímóti síðsta framløgudegi, og tí átti tað at borið til. Viðgerðin heldur jú fram inni í løgtinginum, og har ber eisini til at gera broytingar, um politiski viljin er til tað. Men eg má bara staðfesta, at tilgongdin tekur tíð, og tað er so tað, sigur Jacob Vestergaard.
Í síðsta enda er tað tó landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, ið skal bera lógaruppskotið í løgtingið.
- Ja, tað má so vera mín meting, nær málið er búgvið til tað. Men sjálvandi, fái eg ikki undirtøku í samgonguni, so hendir einki, staðfestir landsstýrismaðurin turrisliga.









