Myndugleikarnir í Kolombia kunngjørdu í nátt, at landsins seinasti rúsevnabarónur, Daníel El Loco Barrera, er handtikin í Venesuela, og at kolombiska stjórnin nú fyri reikar seg til at biðja um at fáa hann útflýggjaðan.
Sagt verður, at Daníel El Loco Barrera varð tikin, meðan hann stóð í einari telefonboks í venesuelska býnum San Cristobal og tosaði. Tað var samstarv millum myndugleikarnar í Venesuela, Kolombia og USA, sum avdúkaði hann.
Myndugleikarnir meta, at rúsevnakervið hjá Barreras hevur sent meiri enn 900 tons av kokaini til USA og Evropa.