Ein dómstólur í Texas hevur givið boð um, at republikanski kongresslimurin Tom DeLay skal takast, tí illgruni er um, at hann hevur gjørt seg sekan í fíggjarsviki. Løgreglan fer kortini ikki eftir honum, men hann hevur fingið boð um at fara á eina løgreglustøð, so løgreglan kann taka myndir av honum og skráseta fingramerki hansara, skrivar AP.
Tom DeLay er undir illgruna fyri at hava snýtt myndugleikarnar í sambandi við valið í Texas í 2002. Lógin í Texas bannar fyritøkum at veita politikarum fíggjarligan stuðul til valstríð, men Tom DeLay skal hava tikið ímóti stuðuli frá fleiri fyritøkum, og fyri at sleppa uttan um lógina skrásetti hann stuðulin sum gávur frá privatfólki.
Fyrr í hesum mánaðinum noyddist Tom DeLay at siga seg úr starvinum sum formaður í tí republikanska bólkinum í Umboðsmannatinginum orsakað av illgrunanum um svik. Í dag skal hann møta í rættinum at svara skuldsetingunum.