Týðandi lokaluppger

B68-NSÍ:

Umframt týdningin av at vera fremstir á Skálafjørðinum stríðast B68 og NSÍ eisini um bronsuna undan dystinum leygardagin

 

Upptakt


Spenningurin er stórur á Skálfirðinum undan dystinum millum B68 og NSÍ. Bæði liðini høvdu ætla sær at gjørt seg galdandi í oddinum hetta kappingaárið, men hóast hendan vónin helst er farin, so eru tey bæði partar av sera javna stríðnuum um bronsumerkini.


Skerdir grannar

Tí er tað ógvuliga umráðandi, at stig verða vunnin leygardagin, og týdningurin gerst neyvan minni, nú talan er um lokaluppgerð. Eina lokaluppgerð, sum hvørgin parturin vil tapa.

Bæði liðini eru tó nakað skerd til dystin, og fyri bæði er galdandi, at talan er um týdningarmiklar spælarar, sum eru burturfrá.

Hjá toftamonnum var missurin av Øssi Hansen í summarsteðginum uttan iva svárur, men har umframt mugu teir vera bæði Jan Dam og Fróða Benjaminsen fyri uttan til komandi dystin, so spurningurin er helst, hvussu toftamenn standa seg uttan hesar tríggjar.

Harafturat tykist tað í løtuni vera ivasamt, um Arnold Joensen verður við um vikuskiftið. Tað ljóðaði fyri stuttum, at hann var ávegis til KÍ, men fyri Sosialinum avsannar Arnold hesi tíðindi sum slatur. Hvussu er og ikki, so var hann ikki við, tá B68 vitjaði í Vági.

Heldur ikki Runavíkingar hava allar sínar mans tøkar. Djóni N. Joensen er staddur uttanlands í arbeiðsørindum, og tað er í øllum førum ein leikari, sum hevur stóran týdning fyri runavíkingar.

Sostatt er líkt til, at báðir partar mugu vera nøkur av sterkastu vápnunum fyri uttan, men hinvegin er einki at ivast í, at teir 22, sum fara á vøllin, fara at geva alt tað, sum teir eiga í sær, og tað nýtist so avgjørt ikki at vera so lítið.