Át 28 rá egg og doyði

Eitt heldur býttisligt veddimál fekk ógvuliga avleiðingar fyri ein ungan tunesara.

Ein ungur maður í Tunesia er deyður eftir at hava etið 28 rá egg. Tað fortelur ein lokal tunesisk útvarpsrás sambært fleiri altjóða fjølmiðlum.

Sum partur av einum veddimáli skuldi 20 ára gamli Dhaou Fatnassi eta øll tey 28 ráu eggini, og kláraði hann tað, skuldi hann fáa eina enn ókenda peningaupphædd, sum vinmenninir skuldu gjalda.

Ungi maðurin vann veddimálið, men seinni fekk hann ógvusliga pínu í búkin og bleiv koyrdur á sjúkrahús. Tá hann var komin á sjúkrahúsið, var hann longu deyður.

Maðurin var úr tunesiska býnum Kairouan, sum liggur í mitt í norðurafrikanska landinum.