Konservativi Fólkaflokkurin á Fólkatingi stuðlar revsitiltøkum ímóti Føroyum í sambandi við sildaósemjuna.
Danska stjórnin fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Mariu Damanaki, fiskivinnukommisseri, um at seta handilsforðingar í verk fyri Føroyar, nú málið er til viðgerðar í fiski- og alivinnunendini.
-Konservativi Fólkaflokkurin stuðlar ikki kósini hjá stjórnini. Stjórnin átti harafturímóti at atkvøtt fyri handilsforðingunum, sigur Lene Espersen, framsøgukvinna hjá Konservativa Fólkaflokkinum í ES málum.
Danska stjórnin mælir til eina samráðingarloysn, og kunnu partarnir ikki semjast, skal málið kunna leggjast fyri havrættardómstólin hjá ST.
Stjórnin fyriheldur seg til, um tað er rætt ella skeivt av Føroyum at áseta sær eina kvotu upp á 17 prosent.
Mette Gjerskov, matvøruráðharri, sigur í einum uppriti til Evropanevndina, at atlit verða tikin til ríkisfelagsskapin.
Lene Espersen tekur harafturímóti støði í fiskiskapinum. Hon heldur, at føroyingar fiska ikki burðardygt, hvørki makrel ella norðhavssild.
Hon sigur, at Føroyar eru orsøkin til, at partarnir ikki funnu eina loysn við samráðingarborðið.
-Stovnurin av norðhavssild nærkast einum kritiskum stigi, og vit kunna vænta, at stovnurin verður niðurfiskaður. Tí eru revsitiltøk einasta amboðið, sum eftir er, sigur Lene Espersen.
-At atkvøða fyri tiltøkunum tænir donskum áhugamálum, millum annað arbeiðspláss í donsku fiskivinnuni, men harafturat stuðla tiltøkini, at tilfeingið í sjónum verður umsitið á einum grundarlagi, ið byggir á langtíðarhugsan.
Konservativi Fólkaflokkurin, systurflokkur hjá føroyska fólkaflokkinum, deilir sostatt ikki áskoðanina hjá systurflokkinum í Føroyum, um tað var rætt av Føroyum at hækka silda- og makrelkvotuna.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, segði í dag við Útvarpið, at málið um sildina verður viðgjørt í ES við ov lítlari vitan.
-Vit mugu hava persónlig sambond út í heim, sigur Jørgen Niclasen.
Daniel Hannan, ES tinglimur í Konservativa Flokkinum, er í hesum døgum á vitjan hjá Fólkaflokkinum.
Fólkaflokkurin hevur ætlanir um at gerast fullgildigur limur í felagsskapinum hjá konservativu flokkunum í Evropa.
Daniel Hannan segði eisini við Útvarpið, at skulu føroysku sjónarmiðini verða hoyrd, er neyðugt at samstarva við systurflokkarnar.