Heldur óvæntað eru amerikonsku systrarnar Serena og Venus Williams longu lidnar í tenniskappingini French Open í París. Fyrradagin tapti Serena (myndin) longu í 1. umfari, og Venus tapti í 2. umfari í gjár, tá hon møtti Agnieszka Radwanska, sum verður mett millum tær sterkastu í kappingini.
Danska Caroline Wozniacki hevði ein lættan dyst í 1. umfari ímóti Eleni Daniilidou úr Grikkalandi, og hon er eisini stórfavorittur til dystin í 2. umfari í dag ímóti avstralsku Jarmila Gajdosova.