Systrarnar leiddu hvør aðra inn í heimin

Amerikonsku tvíburarsystrarnar Jillian og Jenna hildu í hondina á hvør aðrari, tá læknarnir lyftu tær upp, so foreldrini kundu síggja tær á fyrsta sinni.

-Tær vóru longu bestu vinkonur, segði mamman, Sarah Thistlewaite, sambært bretska kringvarpinum, BBC.

 

Tær báðar genturnar vóru í sama hjálmi undir viðgonguni, og tað hendir bara í einari av hvørjum 10.000 tvíburaviðgongum, sigur BBC.

 

Systrarnar máttu liggja í kuvøs teir fyrstu dagarnar, men eru komnar úr teimum nú. Mamman fekk tær heim við sær sjálvan mammudagin, og við fjølmiðlarnar segði hon, at betri gávu kundi hon ikki fáa.


-Eg vildi ikki trúgva tí, at tær hava leitt hvør aðra. i. Hetta er stórbart, sigur Sarah Thistlewaite.