Systrar við nýggjari fløgu

Tað er ikki ofta, at fýra systrar geva fløgu út saman


Tann 18. oktober kemur forvitnislig fløga út, har tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, hava gjørt gamla dreymin til veruleika at geva út sína egnu fløgu.


Tær siga í tíðindaskrivi, at tær hava allar sungið og spælt nógv og hava verið við á fleiri fløgum, eitt nú hjá Russ Taff, Halli Joensen, M.C. Restorff, Bárði Johannesen, Heina Lützen, Regini Guttesen, Malin Zachariassen, Jan Zachariassen og bólkinum 4.

Á fløguni eru kristiligir sangir, sum eru sprotnir úr egnum lívi, sum tær siga og teir eru um gleði, sorg, kærleika, lívsroyndir og Guds gávur og trúfesti.

 

Á Fløguni eru 13 sangir og tær tríggjar, Anna Sofía, Rakul, Linda og maður Annu Sofíu, Henrik Mellemgaard, hava skrivað 11 av teimum.

Hinar báðar sangirnar hava Lina Sandell og Per-Olof –Pelle- Karlsson skrivað.


Umframt at systrarnar sjálvar syngja á fløguni, er pápi teirra, Theodor Petersen, við í einari duett. Theodor hevur sjálvur á baki tvær tónleikaútgávur, sum komu í 1982 og 2008.