Systrar spæla í Christianskirkjuni í kvøld

Leygardagin klokkan 11.30 spæla tær í Mariukirkjuni og sunnudagin í Riberhúsi í Fuglafirði, har varmakeldustevna er.

 

Monika Stauss Joensen spælir á violin, og Andrea Stauss Hofmann spælir á urgu.

Leygardagin 3. juli klokkan 11.30 verður matiné í Mariukirkjuni við violinleikaranum, Moniku Stauss Joensen og urguleikaranum, Andrea Stauss Hofmann. Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis.

 

Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og starvast sum violinlærari innan Musikkskúlan. Systirin Andrea býr í Sveis, har hon starvast sum urguleikari í ymiskum kirkjum.

 

Systrarnar byrjaðu at spæla á violin og klaver sum ávikavist sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin Competition” í kamarmusikki í Zürich.

 

Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis.

 

Í kvøld klokkan 19.30 spæla tær í Christianskirkjuni í Klaksvík og umftramt matiné'ina í Mariukirkjuni leygardagin, fara tær eisini at spæla seinnapartin sunnudagin í Riberhúsi í Fuglafirði.

 

Sunnudagurin er seinasti dagur á varmakeldustevnu, og meðan lúkukafé'in er opin henda dagin millum klokkan 15 og 18, verður livandi tónleikur, sum systrarnar báðar fara at taka sær av.

 

Konsertirnar eru partur av konsertrøðini á Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónaskøld aftur í ár skipa fyri við konsertum kring alt landið.

 

 

Monika Stauss Joensen spælir á violin, og Andrea Stauss Hofmann spælir á urgu.