Indiska løgreglan sigur í dag, at tríggjar systrar í aldrinum seks til ellivu ár vórðu neyðtiknar og myrdar har vesturi í landinum í síðstu viku. Aftaná tveittu brotsmenninir líkini niður í ein brunn.
Sagt verður, at líkini av teimum trimum gentunum vórðu funnin í síðstu viku. Tá høvdu fólk leitað eftir teimum í tveir dagar. Kanningar hava nú staðfest, at talan er um eina brotsgerð.
-Læknakanningar hava staðfest, at genturnar blivu neyðtiknar og seinni myrdar, sigur løgregluovastin Aarti Singh við tíðindastovuna AFP. Hann sigur, at eingin er tikin í sambandi við málið, men at fýra fólk eru til avhoyringar.