Áhugaverd vitjan í blóðbankanum á Suðuroyar Sjúkrahúsi í gjár, har 3 systrar úr Trongisvági góvu blóð.
Mariann, Rakul og Anna Mikkjalsdóttir góvu í gjár blóð. Makarnir hjá Mariann og Rakul eru eisini blóðgevar.
Pápin, Mikkjal Bærendsen, sum higartil hevur latið blóð 68 ferðir, hevur nokk eggjað teimum til at gerast blóðgevar.
Blóðbankin takkar fyri og fegnast um, at nógv lata blóð til blóðbankan á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
kelda: sudurras.fo