Nýggj fløga er komin á marknaðin. Talan er um ta fyrstu fløguna, sum tær fýra systrarnar, Margit, Anna Sofía, Linda og Rakul Petersen geva út saman.
Boð hevur verið eftir teimum fýra systrunum á fløguútgávum hjá øðrum, men hetta er so fyrstu ferð, at tær geva sína egnu fløgu út. 13 sangir eru á fløguni, sum heilt einfalt eitur "Systrar".
Í sambandi við fløguútgávuna verður móttøka í Evangeliihúsinum leygardagin 18. oktober fráklokkan 15-17, har tað verður okkurt leskiligt at fáa, og har “Systrar” fara at framføra nakrarav sangunum á nýggju fløguni á palli. Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.
Tvær av systrunum, Margit Justinussen og Linda Petersen vitjaðu Rásarúmið í morgun til eitt prát um fløguna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Margit Justinussen og Lindu Petersen. Á ljóðfíluni ber eisini til at hoyra styttri brot burturúr fimm sangum á tí nýggju fløguni hjá teimum fýra systrunum.