Systkini Kragesteen: Foreldrini ivaðust um klandurin fór at steðga

Unn og Tróndur Kragesteen eru systkin og mest kend frá hondbóltinum, har ið tey bæði spæla við Neistanum. Tey eru sera góð við hvønn annan, men tey klandraðust illa sum yngri. – Foreldrini óttaðust, at vit ongantíð fóru at gevast at klandrast, siga tey bæði

Systkini Unn og Tróndur Krage­steen eru tvey kend andlit í føroyska ítróttarheiminum. Lítli­beiggi Tróndur er, hóast sín unga aldur, ein av stuðlunum hjá hondbóltsliðnum Neistin.
Stórasystir Unn spælir somu­leiðis við Neistanum. Harafturat spælir hon fótbólt við B36. Hon er á kvinnulandsliðnum í bæði hondbólti og fótbólti.
Foreldur teirra eru Jón Krage­steen og Augusta Mikkelsen. Jón er formaður í hondbóltfelagnum Neistin.
- Babba koyrdi okkum til hond­bólt. Hann hevur sjálvur spælt hondbólt, so hann hevur pressað eitt sindur fyri at fáa okkum at spæla, sigur Tróndur.
- Meg minnist, at hann plagdi at geva mær sodavatn eftir venjing, tí at eg tímdi so illa at venja. Tað var ikki fyrr enn eg gjørdist 10 ár, at eg tímdi at spæla hondbólt, so áðrenn var tað sodavatnin, sum dró, sigur Unn við einum smíli.

Hondbólturin altíð fremstu rað­fest­ing
Tróndur spælir eisini fótbólt, men tað er ikki á so høgum støði. Hann fer at spæla við NÍF í ár.
Tróndur er annars ein evnaríkur málverji í fótbólti, og hann hevur eisini verið runt um ungdóms­landsliðini.
Men hann hevur valt hondbólt­in framum, og fyri hann hevur ongantíð verið nakar ivi um hans­ara raðfestingar.
- Hondbólturin hevur altíð verið fyrsta raðfesting. Eg var málverji í fótbólti, og eg havi altíð hildið, at tað er eitt sindur keðiligari at vera málverji enn at spæla sum útileikari í hondbólti. Eg vil sleppa at skjóta mál, sigur Tróndur við einum smíli.
Unn spælir bæði fótbólt og hondbólt, og hon klárar seg væl í báðum og er við á landsliðnum bæði í fótbólti og hondbólti. Hon velur tó eisini hondbóltin framum.
- Tað eru størri av­bjóðingar í hond­­bóltinum. Støð­ið er lækkað í fó­t­bólt­inum, og tað eru so nógvar, sum fella frá. Tað er kanska eisini tað, at tað er eitt sindur keðiligt at vera í verjuni í mun til at spælla á vonginum í hondbólti, sigur Unn.

Klandraðust illa
Tróndur og Unn eru sera tøtt. Tey hava eisini fylgst nógv, og tey finna sera væl útav tí saman. Tey hava tó sum systkin flest klandrast nógv.
- Vit klandraðust altíð sum lítil, sigur Unn, og Tróndur leggur afturat.
- Foreldrini óttaðust, at vit ongantíð fóru at gevast at klandrast, sigur hann.
Hóast tey hava verið ósamd, so hava tey ikki vilja verið hvønn annan fyri uttan.
- Vit hava fylgst nógv. Eg tímdi ikki í føðingardag uttan Trónda, sigur Unn við einum smíli.
- Vit hava ikki akkurát teir somu vinirnar, men vit plagdu at sparka saman og tílíkt, sigur Tróndur.
Nú er støðan eitt sindur broytt, tí at Tróndur býr hjá verfamiljuni, meðan Unn enn býr heima.
- Tað kennist eitt sindur løgið, at Tróndur er fluttur út nú. Vit eru komin í tann aldurin, har ið vit fara at hugsa um at fara at lesa uttanlands, og tú hugsar ikki um tað, fyrr enn tú knappliga stendur í støðuni, har ið vit skulu skiljast. Tað er saknur í Trónda. Hann er tó so forelskaður, at hann leggur ikki merki til tað, sigur Unn við einum smíli.

Fer langt burtur         at lesa
Tey hava bæði ætlanir um at fara uttanlands at lesa. Tróndur hevur tó torført við at sleppa Neistanum.
- Eg havi sett mær fyri, at eg fari ikki uttanlands, fyrr enn eg havi vunnið føroya­meistara­heitið við Neistanum, sigur Tróndur, sum er klárur til at bíða inntil hann verður yvir 30, um tað verður neyðugt.
Hann ætlar sær tó uttanlands at lesa, men hann veit ikki hvat, hann skal lesa. Hann ætlar sær at taka í hvørt fall eitt ár frí frá skúlanum, nú hann verður studentur í summar.
Unn hevur ætlanir um at fara at lesa um ikki alt ov leingi, og hann ætlar sær longur enn bert til Danmarkar.
- Eg arbeiði sum lærari nú, men eg havi allatíðina verið vís í, at eg ikki fari at gerast lærari. Eg tími tó væl at arbeiða við fólki, so eg ætli mær at lesa okkurt humanistiskt fak. Møguliga fari eg at lesa retorikk.
- Eg ætli mær at lesa í einum enskt-talandi landi. Helst so langt burtur sum gjørligt. Eg fari at fjakka til New Zealand í summar og so ætli eg eisini at kanna møguleikarnar fyri at lesa har, sigur Unn.

Droymir ikki um hondbólt uttanlands
Tróndur er longu, hóast sín unga aldur, fastur á landsliðnum, og hann er ein av teimum bestu ungu leikarunum í landi­num. Hann hevur tó ikki ítøkil­igar ætlanir um at royna hond­bólts­eydnuna uttanlands.
- Tað ljóðar kanska dapurskygt, men eg havi torført at ímynda mær, at eg spæli á einum hægri støði við mínari stødd. Eg eri einans umleið 1,77 metrar høgur, og tað er í so lítið. So eg veit ikki, hvat eg hevði gjørt, um eg fekk møguleikan. Eg tori kanska ikki ordiliga at satsa uppá tað. Eg eri vorðin ov heimkærur, sigur Tróndur við einum smíli.
- Eg ætli mær tó niður at lesa eina ferð, og tá fari eg at royna at spæla hondbólt har, sigur hann.

Kvinnur við         skerdan lut
Unn er somuleiðis ein av bestu ungu hondbóltsleikarum í før­oyskum kvinnuhondbólti. Hon ásannar tó, at ítróttarmenn hava størri møguleikar enn ítróttarkvinnur.
- Tað er torført at síggja í eyg­uni, at menn hava størri møguleikar innan ítrótt. Tað verður útvarpað frá mansdystum og ikki kvinnudystum, og sum heild er áhugin bara størri fyri mannfólki. Í Danmark er tað umvent. Har er kvinnuhondbóltur størri enn manshondbóltur, staðfestir Unn.
Tey bæði ítróttarsystkini eru sera tætt knýtt, og tey standa nú yvirfyri nýggjum avbjóðingum. Spennandi verður at fylgja teimum við Neistanum næsta ár, tí at bæði Unn og Tróndur fara eftir at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti í bestu deildini.

----
Tróndur um Unn
- Hon er sera fitt og klók. Hon dugir væl at hugna sær og sláa seg leysa, men samstundis er hon tann meira seriøsa av okkum. Hon hevur eina meining um alt – eisini um tað, sum hon einki veit um

----
Unn um Trónda
- Hann er fittur og frískur. Hann kann práta við øll. Harumframt hevur hann gott situatiónskenslu
-----

Unn og Tróndur um politikk
Unn: - Eg fylgi nokkso væl við. Tað er strævið at fylgja við, tí eg kann einki gera við tað, sum eg eri ósamd í. Eg vil lýsa meg sjálva sum grøn/liberala
Tróndur: - Eg haldi eisini, at eg fylgi nokkso væl við her heima. Eg vil siga, at eg eri tjóðveldismaður
------

Unn og Tróndur um trúgv
Unn: - Eg tími væl at trúgva uppá Gud, men eg havi ógvuliga ilt við tað við mínari fornuft
Tróndur: - Eg trúgvi uppá okkurt, men eg veit ikki hvat. Eg vil kalla meg sjálvan ein humanist. Eg livi eftir nógvum av teimum kristnu virðunum

-------

FAKTA
Tróndur Kragesteen
Føddur 02.08.1987
Gongur í 3. s í Hoydølum
Forlovaður

Unn Kragesteen
Fødd 13.01.1986
Er læraravikar í Nólsoy
Forlovað