Leygardagin verður alment hátíðarhald í sambandi við, at nýggi Hvalbiartunnilin verður tikin alment í nýtslu. Dagurin byrjar við Roynhøllina í Hvalba, har boðið verður til morgunmat við rundstykkjum og kaku. Eisini verður okkurt søtt til børnini, umframt at hoppiborgir vera á økinum.
Landsverk sigur, at síðani verður farið til tunnilsmunnan, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, bera fram røðu.
Hornorkestur spælir til hátíðarhaldið, og áðrenn landsstýrismaðurin klippir snórin, fer hornorkestrið at spæla nýggja tónleikaverkið, Hvalbiartunnilin, eftir Atla Petersen.
Tey, sum fáa heiðurin at verða tey fyrstu at koyra ígjøgnum tunnilin, verða Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og beiggi hennara, Allon Næs, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini. Tað verður Allon sjálvur, sum koyrir.
Men rennarar sleppa eisni ígjøgnum tunnilin og eisini ellisakfør og morotsúklur sleppa ígjøgnum, áðrenn tunnilin verður opin fyri almenna ferðslu, og tað verður klokkan 13, at tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu.