System failure!

Páll Poulsen

Skipanin rekrutterar eittans vitstolin, tí skipanin sjálv er uttan vit. Á Debesartrøð liggur "system failure" í at tey "røttu" ikki skilja teirra egna leiklut á einum metaniveau. Tískil eru hesi ídag størsta forðingin fyri einari demokratiskari menning av tí føroyska samfelagnum. Tey eru eisini ein blokada ímóti andligari menning, tí tað eru "vit" sum hoyra til. Tá ið maktmisbrúkarar koma upp ímóti nøkrum teir ikki skilja siga teir bara okkurt. Men útspillingarmekanismurnar fara ongantíð útum teirra egna klikuvesin. Tí teirra samanhangur byggir á óvit. Fólk sum hava bert nøkunlunda gonguvit, halda seg langt burtur frá sovorðnum.
Rundkoyringin
Internt í skipanini koma vit ongantíð á eitt vitanarstig, sum kann kallast gransking, tí sjálvsensurur forðar hesum. Hetta eru fólk sum siga tað tey ikki meina og ikki meina tað tey siga.
Flestu teirra halda eisini at GRANSKING=at brúka almennar PENGAR og einki kemur burturúr. Fremstu vognarnir í Mentamálaráðnum koyra tómir, tí teir ikki byggja á hávitan og tí persónarnir ikki eru rekrutteraðir í einari vitanarskapandi skipan. Teir sita bara og gera fortreð.
Hvussu ímyndar man sær eina skipan. Eitt "system" kann best ímyndast við trafikki. Teir sum koyra inn í skipanina, t.d. rundkoyringina teir sum eru í skipanini og teir sum eru ávegis úr skipanini.
Um vit hyggja at rundkoyringunum báðum á Eystara Ringvegi, sæst beinanvegin at konstruktørarnir ikki hava hugsað seg nóg væl um.
Í mun til fólkatalið í Hoyvíkshaganum eru tær minst 5 metrar í diametur ov lítlar og problematikkurin hevði verið broyttur við einari stórari rundkoyring.
Hyggja vit so at øllum hesum breyðgranskarunum, so eru hesir forðingin fyri at vit kunnu menna verulig vísindi í Føroyum. Tað eru klikurnar sum liggja í vegin. Vegjaðarin er ov høgur til at stórir bilar eisini kunnu koma fram.