Oslo: Systa vigaði meira enn 30 pund

- Hetta er størsti vøkstur - ella systa - eg nakrantíð havi sæð. Tað er tíbetur sjáldan, at tær gerast so stórar, sigur Jenny Alvirovic, yvirlækni í kvinnusjúkum í Oslo.

 

Yvirlæknin í kvinnusjúkum, Jenny Alvirovic, vísir her stóra vøksturin - ella systuna - á heili 15,6 kilo.

 

 

Á kvinnudeildini á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo vera kvinnur dagliga skurðviðgjørdar fyri størri og smærri systur, sum ofta sita á eggrótini.

 

Tá yvirlæknin í kvinnusjúkum, Jenny Alvirovic, kom aftur til arbeiðis á deildini eftir at hava verið í summarfrí, tók hon eina systu, ið ein kvinna hevði borið upp á, sum var størri enn vanligt. 

 

Stóri vøksturin vigaði nevniliga 15,6 kilo!

 

Á deildini varð yvirlæknin avmyndað við stóru systuni, ið er hin størsta, hon nakrantíð hevur sæð. Tey hava sjálvi lagt myndina út á Instagram-profilin hjá kvinnudeildini.

 

- Hetta er størsta systa, eg nakrantíð havi sæð, men tað er tíbetur sjáldan, at tær gerast so stórar, sigur Jenny Alvirovic. 

 

Á Instagram-profilinum hjá deildini skriva tey soleiðis: 

 

- Back to business! Summarfrítíðin er av, og vit eru aftur við fullari ferð. Á myndini er ein sera vælnøgdur yvirlækni í kvinnusjúkum, Jenny Alvirovic, við dagsins fongi - einari massivari "ovarialcyste". Gott at sleppa av við.

 

VG, sum eisini endurgevur søguna, vísir á, at tað var Dagbladet, sum fyrst bar heldur sjáldsomu søguna um óvanliga stóra vøksturin.

 

Jenny Alvirovic sigur, at tað er púrasta vanligt, at kvinnur fáa systur á eggrótina, og tað er næstan dagliga, at tey taka slíkar á kvinnudeildini - og viðhvørt gerast systurnar rættiliga stórar.

 

- Systurnar veksa spakuliga, og tí leggja kvinnur tær ikki altíð so væl til merkis. Flestu systur á eggrótini eru smáar, ikki vandamiklar og hvørva aftur uttan viðgerð. 

 

Yvirlæknin vísir á, at hinvegin kunnu størri systur gera fortreð, og kvinnur kunnu at enda fáa pínu. Í hendinga førum kann systa á eggrótini vera krabbi, og hetta hendir oftari millum eldri kvinnur enn millum tær yngru.

 

- Millum eldri kvinnur kann talan vera um krabba í einum føri av hvørjum túsund, og tað er í fægstu førum, at tað eru tær stóru systurnar, sum eru fongdar við krabbasjúku. 

 

Jenny Alvirovic sigur, at vanligt er, at allar systur, sum eru størri enn átta sentimetrar, verða tiknar fyri at útiloka, at tær kunnu menna seg til nakað, sum ikki er ynskiligt, og tað kann vera ein stór skurðviðgerð at beina burtur eina so stóra systu sum hesa.

 

- Vit eru ógvuliga fegin, tá ein slík skurðviðgerð hevur gingið væl, og sjúklingurin hevur tað gott. At fáa burturbeint eina so stóra systu er til gleði fyri bæði sjúkling og okkum heilsustarvsfólk, sigur yvirlæknin í kvinnusjúkum á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo.

 

##med2##

 

 

 

Yvirlæknin í kvinnusjúkum, Jenny Alvirovic, vísir her stóra vøksturin - ella systuna - á heili 15,6 kilo.

Tað er í fægstu førum, at tær stóru systurnar eru fongdar við krabbasjúku.