Klokkan 11 í dag verður 42-ára gamli maðurin, sum er skuldsettur í drápinum á universitetslæraran Fuat Deniz, ákærdur Tað var 11. desember í fjør, at føroyskt gifti universitetslærarin, Fuat Deniz, varð stungin til deyða á Örebro Universiteti.
16. januar varð mistonkti drápsmaðurin handtikin í Göteborg. Hann vísti seg at vera systkinabarn Fuat Deniz, og hann hevur í avhoyringum givið ábending um, at motivið er gamalt agg í familjuni.
Kensla av at verða hildin uttanfyri; at verða útstoyttur frá familjuni hevur havt stóra ávirkan á lív hansara í Svøríki á ein sjálvsoyðandi hátt, sum endaði í einari vanlukku fyri hann sjálvan, familjuna og teimum avvarðandi, skrivar svenska blaðið Ekspressen.
Hóast ákærdi undir avhoyringunum hevur viðgingið at hava lopið á Fuat Deniz, noktar hann seg sekan í morði.