- Vit hava mist tveir av okkara fremstu ítróttarleiðarum.
Tað sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, í kjalarvørrinum á vanlukkuni í gjár, har Vilhjálmur Gregoriussen, formaður í Badmintonsambandinum, 51 ár, og Høgni Carlsson, liðleiðari hjá badmintonliðnum, 48 ár doyðu, saman við bilføraranum, Hans Mortensen, sum var 55 ár.
Tey vóru júst afturkomin av oyggjaleikunum í Bermuda, tá ið hýruvognurin, teir koyrdu í av flogvøllinum til Havnar, fór útav vegnum og allir tríggir menninir í bilinum lótu lív.
- Vit hava mist tveir av okkara fremstu ítróttarleiðarum og vit skylda teimum at halda fram við tí góða arbeiði, teir vóru so glaðir fyri, sigur Petur Elias Petersen við Sosialin í kvøld.
- Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Teir vóru nærlagdir í síni tænastu fyri ítróttin her heima, og tá okkara ítróttarfólk kappast úti í heimi, leggur hann afturat.
Eisini á Bermuda syrgja tey saman við okkum og formaðurin í oyggjaleikanevndini á Bermuda hevur sent føroyingum samkensluskriv, skriva fleiri miðlar á Bermuda.
- Vit eru eyðmjúk um, at teir høvdu sínar síðstu dagar saman við okkum á Bermuda og at teir fóru avstað aftur, eftir at hava havt eina deiliga tíð her sigur hann og vónar, at tað kann vera ein uggi hjá familju teirra, skriva fleiri miðlar av Bermuda.
Eisini grønlendska Sermitsiaq umrøður vanlukkuna










