- Syrgiligt tá ung ikki kenna gamlar føroyskar sangir

20 ára gamli porkerningurin Bjørn Hentze Bech ger gamlan føroyskan tónleik kulan aftur

Við sínari egnu slagarasending og diskarakonsepti hevur 20 ára gamli Bjørn Hentze Bech úr Porkeri megnað at gjørt gamlan føroyskan tónleik kulan aftur upp á ein nýggjan máta. Ungi porkerningurin hevur sett sær málið at syrgja fyri, at føroyski sangskatturin ikki fer í gloymskuna - og hetta ger hann við at skjalfesta upplýsingar um føroyskar plátur frá fimti- og sekstiárunum.

 

- Tað er umráðandi, at vit føroyingar eru varugir við okkara tónleikasøgu, tí vit hava eina serstakliga ríka tónleikasøgu, sigur Bjørn.

 

- Tey ungu vita, hvørjir the Beatles vóru, men eg haldi, tað er syrgiligt, at summi ung allíkavæl ikki kenna okkurt gamalt føroyskt. Eg havi eitt nú upplivað, at fólk standa sum eitt spurnartekin, tá eg tendri “Eg siti so eina”, og summi kenna ikki eingongd Faroe Boys. Við hesari gongdini er vandi fyri, at teir góðu gomlu sangirnir fara at doyggja út, sigur hann. 

  

Les longri samrøðu við Bjørn Hentze Bech um tónleik og hansara tokka til gamlar sangir í Vikuskiftis Sosialinum.