Syngjandi systrar við nýggjari fløgu

Tær fýra systrarnar – Anna Sofía, Margit, Linda og Rakul – hava millum annað pápa sín, Theodor Petersen, við á einum av sangunum á nýggju fløguni “Systrar”.

Í sambandi við at tær fýra systrarnar – Anna Sofía, Margit, Linda og Rakul – undir sjálvsagda heitinum “Systrar” geva út nýggja fløgu, verður móttøka í Evangeliihúsinum leygardagin millum klokkan trý og fimm.

Har fara tær millum annað at syngja onkrar av nýútkomnu sangunum á fløguni, ið fevnir um 13 sangir, harav tær sjálvar hava skrivað ella verið við til at skriva teir 11 av sangunum.

Tær siga, at sangirnir eru sprotnir úr egnum lívi og snúgva seg um gleði, sorg, kærleika, lívsroyndir og Guðs gávur og trúfesti.

Eins og evnini eru ymisk, er sjangran á fløguni eisini ein blandingur av gospel, popp, popp-rock, singersongwriter og balladum.

Millum annað er pápi tær fýra, Theodor Petersen, við á tí eina sanginum, og annars hevur Jákup Zachariasen staðið fyri framleiðsluni og Óli Poulsen hevur miksað og mastrað fløguna.

Tær fýra – Anna Sofía, Margit, Linda og Rakul – eru allar royndir sangarar, bæði tá tað kemur til solosang, kórsang og í øðrum samanhangi, og tær hava áður verið við á øðrum útgávum.

Tær siga seg koma úr einum heimi, har sangur og tónleikur altíð hava fylt nógv, og líka frá tí tær vóru smágentur, hava tær sungið saman, og sangur og tónleikur hava sostatt altíð verið ein stórur partur av gerandisdegi teirra, bæði heima og úti.