Syngjandi blaðstjóri og spírandi list

Hóskvøldið 14. mars verður árliga várkvøldsetan á Studentaskúlanum á Kambsdali. Blaðstjórin á Kvinnu, Siri Sørensen, vitjar og næmingar fara at sýna fram fjølbroytta list. Dyrnar lata upp klokkan 18 og hildið verður á til klokkan 22. Millum 19 og 21 verður ymiskt til gaman og álvara á skránni í samkomuhøll skúlans.

Várkvøldseta er fastur táttur á Studentaskúlanum á Kambsdali. Á hesi kvøldsetu sýna næmingar fram fjølbroytta virksemið á skúlanum og lestrarvegleiðingin er fús at kunna um útbúgvingarmøguleikarnar á skúlanum og framhaldslestur eftir loknan studentaskúla.

Fastur táttur á várkvøldsetuni er, at ein fyrrverandi næmingur á skúlanum vitjar. Í ár hevur skúlin boðið Siri Sørensen, sum herfyri bleiv blaðstjóri á Kvinnu, at vitja aftur á Kambsdali. Siri fer at hugleiða um studentatíðina, og á hvønn hátt hennara framtíð háttaði sær heilt øðrvísi, enn hon upprunaliga ímyndaði sær. Hon fer eisini at tosa um, hvussu hon hevur brúkt studentsútbúgvingina í síni víðari útbúgving. Eisini fer hon at geva verandi og komandi næmingum góð ráð og greiða frá, hvat eyðkennir modernaðu føroysku kvinnuna.

Á kvøldsetuni í ár verður serligur dentur lagdur á at sýna fram skapandi evni næminganna. Tónlist, leiklist og myndlist verða sýnd fram.

Alt kvøldið hava gestir og næmingar møguleika at fáa eitt prát við lestrarvegleiðara um útbúgvingarmøguleikar. Bæði á Studentaskúlanum og eftir lokið studentaskúlaprógv. Eisini fæst vegleiðing í at upfylla umsóknarbløðini til nýggju útbúgvingarskipanina og møguleiki verður sjálvandi at lata inn umsóknarbløðini. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mars.

Øll eru hjartaliga væl komin á kvøldsetuna, sum er ókeypis.