Syngja um Suðuroyarfjørð

Leygarkvøldið verður aftur skipað fyri einum sokallaðum Syngið Við túri við Smyrli.

 

Byrjað verður á Krambatanga leygardagin kl. 18.30, og so suður aftur kl.21.00. Á veg norður verður tónleikur umborð, har Hjalmar og Dagfinn og Sámal og Ronnie fara at framføra.

 

Á veg suður verður so felagssangur, sum Hans Jacob Hjelm kemur at standa fyri. Til felagssangin fara Hjalmar og Dagfinn at spæla undir.

 

Syngjandi fólkini umborð á Smyrli fáa eisini okkurt gott til matna á túrinum, ar matarskráin millum annað bjóðar stokt lambskjøt, rómabakaði eplir, grillstokt grønnmeti og soðsovs. Døgurin fæst báðar vegir.

 

Sambært fyrireikarunum er hesin serligi túrurin eitt gott høvi hjá pørum, einstaklingum, bindiklubbun og øðrum bólkum at fáa eitt gott kvøld burturúr.