Syngja jólini inn í Kelduni

Eins og undanfarnu ár verða jólini sungin inn í Kelduni 23. desembur kl. 21.

 

Hetta er eitt sera vælumtókt tiltak, har fleiri koma saman at syngja og hoyra framførslur sum tað seinasta, áðrenn jólini av røttum byrja.

 

Skráin í ár verður eins hugnalig og undanfarnu ár. Tað verður nógvur felagssangur, og eisini kemur Petur Hans Hansen av Toftum at syngja nakrar sangir.