Syngja jólini inn í Vági og í Sumba

Sunnudagin klokkan 16.00 verða jólini sungin inn í Sumbiar Kirkju, og klokkan 18.00 í Vágs Kirkju Tey sum syngja eru Kirkjukórið Ljómur stjórnað av Cindy Mensonides van Der Leden og Sumbiarkórið stjórnað av Fróða við Kvígga. Barnakórið úr musikskúlanum, eisini stjórnað av Cindy kemur at syngja, umframt Mikkalina Tausen og Elsa Maria Finnson, sum eisini eru úr musikskúlanum koma at spæla tvørfloytu. Lars Mensonides hevur urgufylgispæl.

Eisini verða nakrir fealgssangir á skránni.

Patrick De Neergaard verður við í Vágs Kirkju

- Nógv orka løgd í at geva áhoyrarum eitt fjølbroytt tónleikaupplivilsi og vónandi fara fólk at taka sær stundir til at njóta hesar løtur saman við sangarum og tónleikarum, siga fyrireikararnir