Aftur í ár verður jólasangløta í Kelduni, har jólini vera sungin inn. Seinastu árini hevur tað verið fastur táttur hjá mongum at syngja jólini inn í Kelduni, og hesi fáa aftur í ár møguleika at seta punktum fyri jólafyrireikingarnar á hendan hátt.
Í ár syngja Terje Vestergaard, Lisa Frederiksberg og kórið í Kelduni. Aftaná verður hugnaløta við kaffi og holukøkum og øðrum, siga fyrireikarar á teirra Facebook síðu.
Tiltakið verður 23. desember, og byrjar tað klokkan 21.00. Fyrireikarar siga, at tað er sera hugnaligt at hittast á hendan hátt, og syngja kendar jólasangir saman við fleiri øðrum.
Fyrireikarar skriva á Facebook, at tiltakið er ókeypis , tó verður eins og vanligt savnað inn til missión.
Les meira um tiltakið á Facebook síðuni her: www.facebook.com/events/304278496270413/