?Syngið við? og eitt øðrvísi kór

Nógv ymisk kór finnast kring landið. Eitt teirra kallast ?Kórið millum túrarnar?, og verður møguleiki at hoyra tað syngja mikukvøldið.

Hetta hendir í sambandi við eitt sangmøti, ið verður fyriskipað í Meinigheitshúsinum í Havn, nú árliga missiónsvikan er á skránni.

Henda vikan er merkt av møtum og øðrum samkomum, men mikukvøldið er eitt syngi-við-kvøld á skránni, har ymiskir bólkar og kór fara at luttaka, millum annað Kórið millum túrarnar.

Her er talan um menn úr Havn sum venja og syngja saman, tá guittarleikari teirra, sum annars er sjómaður, er heima millum túrarnar. Harav kemur navnið.

Hetta sangtiltakið byrjar klokkan 20, og er partur av teirri víttfevndu skránni fyri hesa møtirøðina, sum annars kann lesast á heimasíðuni www.meinigheit.fo.

 

Møtini byrjaðu annars í gjárkvøldi og vara fram til sunnukvøldið.