Tíðindaskriv
Í ár stuðla vit eini verkætlan í Paraguay, sum Ruth Bente og Tore Paulsen majorar úr Noreg eru leiðarar fyri. Verkætlanin er fyri kvinnur og børn, sum liva í tí størsta størsta fátækradømi í landinum. 100 kvinnur og 100 ung fáa møguleikan at læra til frisørar, seyma klæðir, brodera, veva, gera mat o.a.
Somuleiðis læra tey at hjálpa, bæði teimum sjálvum, og at hjálpa til í nærumhvørvinum, tá tað er harðskapur í heimunum, kynsligur harðskapur og narkotikamisbrúk, sum er so ómetaliga stórt í Paraguay.
Ruth Bente sigur, at tey uppliva, at børn mugu bidda hvønn dag og langt út á náttina fyri at fáa mat til familjuna. Tey vita um tað ígjøgnum klinikkina hjá norska Frelsunarherinum Tekokatu í San Lorezo, har tey hava samband við hesi børn, og hvar hesi børn verða útsett fyri kynsligum ágangi. Bæði kvinnur og ung, sum vit hjálpa, fáa tilboð um viðgerð fyri at koma ígjøgnum hesi upplivilsi.
Ígjøgnum okkara missiónsgávu hjá Heimaforbundinum eru vit við til at stuðla og hjálpa mongum menniskjum til eitt betri lív. Kvøldið í Frelsunarherinum í Havn verður skipað sum syngið við kvøld við drekka í steðginum og andakt.