Leygarkvøldið bjóða Harmonikuvinir til sangløtu í Missiónshúsinum í Leirvík.
Umleið 15 harmonikur koma at spæla saman við klaveri, guitar, bassguitar, mandulin og trummum.
- Fólkið fær sjálvandi eisini høvi at syngja saman við spælarunum. Vit koma at syngja nógvar, góðar og kendar andaligar sangir.
Fyrireikararnir siga, at tað ikki er neyðugt at hava sanghefti við, tí sangirnir verða vístir uppá veggin.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til “syngi við kvøldið”. Høvið verður eisini at fáa ein kaffimun eftir sangin.










