Tey sum hava gjørt orðini og løgini eru: Pauli Hansen, Oskar Hermansson, Finnbogi Ísaksson, Knút Olsen, Kristian Blak, Hans Andrias Djurhuus, Kári Øster, Sharon Weiss, Alexandur Kristiansen, og Eyðfinnur Finnsson. Á fløguni eru eisini fleiri skjaldur og vísur.
Tey sum spæla og syngja eru: Hanus Johansen, Spælimenninir, Anna Sofía í Brekkunum, Pauli Hansen, Mikael Blak, Frida Sofía Johannesen, Herluf Hermansson, Ólavur Øster, Helgi í Brekkunum, Sunleif Rasmussen, Sigrid Funding og fleiri børn. Eisini táverandi 5. b í kommunuskúlanum er við. Tey dansa Burtur á heiði, Veturin kom við kulda og kava og Kall og Svein ungi.
Upptøkur: Milson Zachariasen, Petur Krisjan Schrøter og Marius Rein. Húsi: Philippe Carré - og nú: Hestprent.
Fløgan kostar 129,-
Allur barnatónleikur hjá Tutli er nú á fløgu: »Nósi«, »Syng bara við« og »Øll hava veingir« - ikki at gloyma kultplátuna hjá Kristiani »Nu ska vi u å sejle«. Tutl fer í næstum at geva út sum fløga »Til børn og vaksin«, sum Annika Hoydal gav út sum LP í sjeytiárunum.
Men 1998 verður eitt rættiligt barnatónleikaár hjá Tutli - av tí at 3 fløgur við nýggjum upptøkum eru í gerð.
Tann fyrsta: »Eplapetur« við orðum eftir Alexandur Kristiansen og løgum eftir Paula Hansen er um at vera klár at senda til framleiðslu.
Í sambandi við endurútgávuna av »Syng bara við« verður ein lítil konsert fyri børn (og onnur) hósdagin 26. mars kl. 16.00 í Tutl-handlinum í Fútastovu.