Syndabukkar á dagsskránni

Munnligir fyrispurningar stóðu á skránni fyri tingfundin seinasta mikudag. Í yvirlitinum yvir spurningarnar stóð millum annað, at Hans Pauli Strøm skuldi spyrja Rósu Samuelsen um syndabukkar.

Hóast yvirskriftin kundi virka forvitnislig, so vistu øll frammanundan, hvat spurningurin snúði seg um, tí tað hevði Hans Pauli greitt væl ov virðiliga frá í fjølmiðlunum. Hann hevði sagt, at almenn starvsfólk skuldu ikki vera syndabukkar hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Týðuligt var tó, at veruliga endamálið við fyrispurninginum var at gera landsstýriskvinnuna sjálva til okkurt slag av syndabukki hjá Hans Paula Strøm.

Sjálvandi hevur Hans Pauli rætt í tí, at stovnsleiðarar kunnu ikki ábyrgdast fyri sparingarnar á fíggjarlógini, men hinvegin, so kann landsstýriskvinnan heldur ikki ábyrgdast einsamøll fyri hesar sparingar.

 

Heilivágsútreiðslur

Í fyrispurninginum nevnir Hans Pauli Strøm nakað, sum hann kallar ”óhepnu avleiðingarnar av skerjingini, sum hon” (landsstýriskvinnan) ”hevur framt av heilivágsstuðlinum til pensjónistar, diabetikarar og varandi sjúk”.

Nú vit tosa um syndabukkar, so veit Hans Pauli Strøm, at tað eru fleiri orsøkir til, at heilivágurin er blivin dýrari. Ein orsøk er uppskotið hjá Rósu Samuelsen, sum hevði til endamáls at rætta nakrar skeivleikar í sambandi við, at lógarheimildin fyri stuðulsskipanini ikki var í lagið.

Ein onnur orsøk var eitt spariuppskot hjá Hans Paula Strøm, sum hevði til endamáls at lækka tilskotið til heilivág, soleiðis at brúkarin sjálvur skuldi rindaði ein størri part av útreiðslunum.

Ein triðja orsøk var, at tilskotsnevndin gjørdi onkra broyting, sum hevði við sær, at ávísir sjúklingar mistu stuðulin.

Tað virkar løgið, at Hans Pauli Strøm, sum eigur sín part av hækkaðu gjøldunum, bara nevnir tann partin, sum Rósa Samuelsen hevur staðið fyri, samtíðis sum hann ávarar ímóti at gera onnur til syndabukkar.

 

Javnaðarflokkurin stuðlaði uppskotinum

Viðvíkjandi uppskotinum hjá Rósu Samuelsen, so var tað eitt lógaruppskot, sum varð beint í trivnaðarnevndina. Har tók millum annað umboðið hjá Javnaðarflokkinum undir við uppskotinum og mælti løgtinginum til at samtykkja tað. Bæði við 2. og 3. viðgerð atkvøddu øll í Javnaðarflokkinum fyri uppskotinum.

Landsstýriskvinnan hevur sjálvsagt ábyrgd av at hava lagt eitt uppskot fyri tingið, men samgongumeirilutin í løgtinginum hevur sanniliga eisini ábyrgdina av at hava atkvøtt fyri uppskotinum.

 

Øll eiga sín part

Fyri mær hevur tað ikki so stóran týdning, hvørji landsstýrisfólk leggja tey einstøku uppskotini fyri tingið, tí vit eru ein samgonga, og vit mugu øll standa saman um førda politikkin, um nakað skil skal vera í. Men eg haldi ikki at tað sømir seg einum tingmanni og fyrrverandi landsstýrismanni, at gera landsstýriskvinnuna í almannamálum til einsamallan syndabukk fyri tí politikki, sum øll samgongan stendur aftanfyri.