Millum hørðu tónleikanøvnini á Asfalt er føroyski trash/metal bólkurin Synarchy. Bólkurin varð stovnaður tíðliga í 2004, og hevur síðani framført dúgliga, eitt nú á Prix Føroyum 2005. Eftir hesa framførslu fór bólkurin tó í holt við nakrar broytingar, ið tóku sína tíð.
Ein av limunum í bólkinum fór úr, men kom so upp í aftur, og tað var tá, at futtur veruliga kom í kreativu tilgongdina. Ungu menninir, ið mynda bólkin, eru Leon Borum Hansson, John Áki Egholm Láadal, John Ivar Venned, Bjartur Fríði Clementsen, Ísak Petersen og Kim Joensen. Hesir hava nú funnið nýggir og øðrvísi hættir at skriva tónleik sín uppá. Teir hava somuleiðis fyri stuttum verið í upptøkuhølunum fyri at upptaka demo, ið skal nýtast til framtíðar marknaðarføring. Hoyrið Synarchy á Myspace.com/synarchy.
Tíðindaskriv










