Sýna ikki fleksibilitet í komandi samráðingum

Fleksibilitetur og vilji til eina friðarliga loysn er so dyggiliga vorðið revsað, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Fleksibilitetur og vilji til eina friðarliga loysn er so dyggiliga vorðið revsað, og fram eftir verður tað eitt alt ov váðiligt prosjekt at gera nakrar sum helst fyribilsloysnir, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, í kjalarvørrinum av trætuni við fyrst KAF og síðani Fasta Gerðarrættin.

 

- Vit fara í øllum førum ikki longur at gera fleksiblar fyribils loysnir í serligum málum, meðan samráðst verður við mótpartin fyri í felag og friði at finna fram til tær bestu og mest konstruktivu, varandi loysnirnar”, sigur hon í grein á heimasíðu felagsins.

 

Hon er sera ónøgd við avgerðirnar hjá Fasta Gerðarrættinum, fyrst við úrskurðin í kæruni frá KAF og síðani at formansskapurin vísti ynskinum hjá Pedagogfelagnum, um at taka málið upp aftur, frá sær.

 

Les eisini Tann kærdi er sjálvur kærumyndugleiki 

 

- Grundgevingarnar taka í veruleikanum ikki støði í sjálvari kæruni, sum KAF lat Fasta Gerðarrætti. Grundleggjandi uppáhaldið hjá KAF var, at vit ikki vildu samráðast, tí vit kravdu somu løn fyri sama arbeiði, og hóast tey bjóðaðu okkum betri løn enn dagstovnasáttmálin sigur og somu arbeiðstíðir sum lærararnir, tóku vit ikki av. Men KAF hevur ongantíð sett spurnartekin við høvuðsorsøkina til, at vit yvirhøvur skuldu samráðast, nevniliga at námsfrøðingastørvini í forskúlunum ikki vóru flokkað.

 

- Kortini kemur Fasti Gerðarrættur til ta løgnu niðurstøðu, at størvini vóru flokkað, tí lønin, sum nakrir námsfrøðingarnir í forskúlunum hava fingið, meðan tey hava verið partur av royndarverkætlanum í tveimum kommunum, fylgja lønartalvuni fyri dagstovnar, men fáa tillutað somu arbeiðstíðir sum lærararnir.

 

- Við hasari grundgevingini steðgar alt skilvísi upp, tí einasta orsøkin til, at vit skrivaðu undir semju í januar, áðrenn flokkingarmálini vóru liðug, var, at tað í semjuni púra greitt stendur, at hesi flokkingarmál skuldu avgreiðast innan 1. mai. Vit vóru í einari samráðingartilgongd um hetta og høvdu avtalað við KAF, at vit lótu námsfrøðingarnar arbeiða sum higartil, til vit vóru samd um eina varandi loysn. Men hesin fleksibilitetur og vilji til eina friðarliga loysn er so dyggiliga vorðin revsaður, og fram eftir verður tað eitt alt ov váðiligt prosjekt at gera nakrar sum helst fyribilsloysnir. Fasti Gerðarrættur noyðir okkum við sínum úrskurði at gera bart frá fyrsta sekundi, tá okkurt mál er millum okkum og arbeiðsgevararnar”, sigur Maud Wang Hansen.