Í dag klokkan 16 fer Havnar Fimleikafelag at hava fimleikaframsýning í Vestmanna
Fyri fimm árum síðani byrjaði Havnar Fimleikafelag í Vestmanna. Tað eru eini 70 vestmannabørn, sum fara at vísa hvat tey duga. Eisini koma fimm lið frá HF í Havn til Vestmannar at framføra, fýra av hesum gestaliðum eru kappingarlið, so í alt verða tað eini 150 børn, sum fara at sýna fram fimleik í Vestmanna í dag.