Symfoniorkestrið spælir upp á síðsta vers

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin
-----
Tað er ófyrigeviligt um Føroya Symfoniorkestur má leggja ljóðførini á hillina vegna vantandi fíggjarliga raðfesting.
Í hesum døgum er fíggjalógin til viðgerðar í tinginum. Ein av mongu óbroyttu kontonum er játtanin til Føroya Symfoniorkestur, sum í fleiri ár hevur ligið um milliónina.
Fyri hesa beskednu upphædd hendir eitt satt mirakul, ja, eitt veruligt undur, hvørja tí einastu ferð hesar hundratals evnaríku eldsálir úr øllum landinum savnast til venijngar og framførslur í heimsklassa fyri at ríka okkum tilveruna her í karga pinkulandinum í norðuri.
Játtanin til Føroya Symfoniorkestur er og hevur leingi verið alt ov lítil. Avleiðingin av hesum er minkandi virksemi, avlýstar framførslur og at ljóðførini nú spæla uppá síðsta vers.
Tað skal tí vera mín inniliga áheitan á meirilutan í Fíggjarnevndini um at síggja til, at játtanin til Føroya Symfoniorkestur fær eitt ordans kvink uppeftir, so vit eisini framyvir kunnu fegnast um heimsins besta føroyska symfoniorkestur. Javnaðarflokkurin fer í øllum førum at hava orkestrið fremst í huganum undir viðgerðini av fíggjarlógini.