Symfonikonsert
Egmont-ouverturan er inspirerað av dramatiska sjónleikinum hjá Wolfgang Goethe um frælsisstríð Niðurlendinga móti sponsku kúganini, sum tyranniski hertogin av Alba stendur fyri. Frælsi og frælsiskravið vóru nøkur av teimum viðurskiftum, sum hugtóku Beethoven. Tónleikurin er eyðkendur av hesum stríði, og verða tey lýst í teimum motivum, sum Beethoven nýtir í verkinum.
Klaverkonsert nr. 1 í c-dur.
Hóast henda konsertin hevur nr. 1, so er hon komponerað seinni enn konsert nr. 2. Men av tí at hon var tann fyrra at verða útgivin, so hevur hon fingið fyrra talið. Verkið stavar frá 1797, og er Beethoven tá 27 ára gamal og merkist í hesum verki nakað ungdommiligt og frískligt, einki av tí stórbæra og máttmikla, sum kennist í hansara seinnu verkum. Men verkið er hugtakandi og avbjóðandi bæði fyri solist og orkestur. Solistur til klaverkonsertina er Johannes Andreasen.
Symfoni nr. 5 í c-moll. ?Lagnusymfoniin?.
Hetta er helst kendasta og mest spælda symfoniin í heiminum. Orsøkin er uttan iva tað, sum Beethoven hevur sagt um tær fyrstu taktirnar í hesum verki ?So klopft das Schicksal an die Tür!? (?soleiðis bankar lagnan á hurðina?) og hevur hetta úttalilsi fingið tankarnar hjá áhoyrarum at reika. Verkið verður tí vanliga fatað sum ein lýsing av stríðið menniskjans móti síni lagnu. Fortreytirnar fyri hesi hugsan er eydnuleysa lagna Beethovens, tann vaksandi deyvleikin, sum fór at gera alt meira um seg, meðan hann var í holt við hetta verkið.
Tað ber til at meta teir fýra satsirnar sum byrjandi við eini vreiði sum linkar í tí róliga