Sylla skoraði

Ein glotti í keðiligu gongdini hjá FC Amager fyri tíðina var, at Sylla longu í fyrsta dystinum fyri felagið kom á máltalvuna. Tað hendi sunnudagin, tá FC Amager vitjaði í Kolding. Heimaliðið vann 3-2. Sylla kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá tríggir minuttir restaðu av dystinum, minkaði hann um munin til endaliga úrslitið. Sum skilst á heimasíðuni hjá FC Amager var Sylla ein støðug hóttan móti verjuni hjá Kolding. Við tapinum liggja Todi Jónsson og FC Amager til niðurflyting. Teir eru nummar 14, og hava 10 stig fyri 14 dystir.