Sylla skaraði framúr

Superveteranur legði HB á sigurskós, og fremmandi álopsfuglurin hjá ÍF krúllaði nógv í 2.hálvleiki, tá ið Hanus Eliasen við fínum lobbara syrgdi fyri, at ÍF kom afturíaftur

ÍF-HB

Spenningurin var heilt stórur, inntil dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Úrslitið var eitt stig í part, og tað sóu báðir partar út til at kunna liva við. HB syrgdi við eina stignum fyri, at FM møguleikin er í teirra hondum, og nú skal tað vilja meiri enn illa til, um ÍF skal enda niðanfyri strikuna.
Var spenningurin stórur í Fuglafirði, so var fótbóltsspælið einki at rópa hurrá fyri. Serliga í 1. hálvleiki var ferðin lítil, og persónligu mistøkini vóru nógv og neyvleikin ikki stórur.
Málmøguleikarnir undan steðginum vóru fáir og smáir. Eftir trilvandi byrjan fótaði HB sær fyrst, og seinna partin av 1. hálvleiki lá tað líka sum í luftini, at um eitt mál fór at koma, so fóru gestirnir úr høvuðsstaðnum at fáa tað.
Tann fyrsta møguleikan fekk HB í 27. minutti. Eftir fríspark úr høgru og diagonala sending var Uni Arge hægstur. Hann legði við høvdinum upp á tvørs, men Bárður Mortansson var akkurát ov seinur at stýra bóltinum í tóma málið. Tveir minuttir seinni var Bárður Mortansson um reppið at gerast leysur, men ÍF málverjin, Jacob Kaas, var skjótur á brotsteigarmarkinum, og so var tann møguleikin burtur. Og tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki, var Uni Arge framvið, tá ið hann við handara stólpan stútaði dygst við síðuna av, eftir at innlegg var komið úr vinstru.
ÍF var í 1. hálvleiki rárur gestur í HB brotsteiginum. Ta einu ferðina var HB málverjin um at missa út frá aftur eftir frísparksroynd, og tá ið tað restaðu tríggir minuttir, hevði Sylla Ahmed, sum undan steðginum ikki var serliga sjónskur, fínt gjøgnumbrot í vinstru. Eftir at hann fullkomuliga hevði snýtt verjuna, legði evnaríki maðurin upp á tvørs, men tveir av hansara monnum vóru akkurát ov seinir at stýra bóltinum í málið.

Meiri broddur í
Eftir steðgin kom meiri lív í. Tað komst av, at HB legði seg framum í 49. minutti. Rókur Jespersen, sum var miðvallari í høgru, royndi seg úr 22 metrum og mitt fyri. Málverjin hálvbjargaði til horna úr vinstru. Rasmus Nolsøe, sum ikki hevði serliga eydnu við tveimum frísparksroyndum úr hampuliga góðum støðum, sendi tvørtur um, og aftanfyri handara stólpan stóð Hallur Danielsen og legði innfyri aftur. Í besta miðframherja stíli hevði Uni Arge funnið røttu støðuna mitt fyri málinum, og úr 3-4 metrum stýrdi hann bóltinum í málið.
So tóktist tað sum um, at HB enn eina ferð skuldi fáa fult móti ÍF, men tað eydnaðist ikki. Sentrali ÍF miðvøllurin, sum var mannaður við trimum spælarum, stríddist væl, og nógv tann vandamiklasti spælarin í 2. hálvleiki var Sylla Ahmed, sum rættuliga blomstraði. HB var støðugt um ein háls av honum, og fleiri av gulu kortunum, sum havnarmenninir tiltuskaðu sær eftir steðgin, komu, tá ið teir royndu at steðga framúr bóltsnillinginum, sum tó tykist resta neyðugu tyngdina og broddin fyri at gerast heilt vandamikil.
Fleiri ferðir var um reppið, at tað eydnaðist Sylla at sleppa í brotsteigin, og tað eina ferðina peikaði dómarin á ellivu metra blettin, eftir at Sylla var farin um koll uttarlaga í høgru í brotsteiginum. Tíbetur røkti linjuverjin sína uppgávu til fulnar, tá ið hann markeraði og upplýsti dómaran um, at talan í staðin fyri um brotsspark var um film og harvið gult kort til álopsspælaran!
HB hevði hug at toga eitt sindur í bremsuna í staðin fyri at spenna á fyri at økja um leiðsluna, og krúllingin hjá Sylla og einstøk væl uppbygd álop hildu mótinum uppi hjá heimaliðnum.
Tá ið eitt stórt korter var eftir, varð skilagóði Jonn Thomsen skiftur inn í miðverjuna hjá ÍF. Bartal Eliasen varð fluttur fram í álopið. Tað bar eyka tyngd við sær, og tá ið tað restaðu níggju minuttir, eydnaðist tað ÍF at javna.
Sylla og Bartal vóru við í uppspælinum. Bólturin varð stungin út á høgra vong til Hanus Eliasen, sum tóktist rættuliga leysur, tá ið hann tamdi bóltin í brotsteigin og sendi í málið. Hanus legði ikki alla orku til. Í staðin hevði hann sæð, at Bárður Johannsen hevði tikið tvey ella trý fet fram fyri at gera málið minni, og so lyfti reyðklæddi vongspælarin bóltin upp um málverjan.
Síðstu løtuna løgdu báðir partar nógv fyri í álopsroyndunum, men tað kom einki mál afturat. Jacob Kaas bjargaði meistarliga, tá ið Uni Arge eftir innlegg úr høgru legði til úr stuttari fjarstøðu og eitt vet úr vinstru, og í hinum endanum varð skotroynd hjá Høgna Zachariassen eftir horna og úr stuttari fjarstøðu blokerað.