Sylla á blettinum

Sylla hevur fingið eina góða byrjan á Malta. Í dag var hann við frá byrjan fyri fyrstu ferð, og eftir ein hálvan tíma legði hann Birkirkara framum ímóti Pieta Hotspurs.

Birkirkara vann dystin 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Birkirkara liggur í løtuni á sætta plássi við 22 stigum, og tað er seks stig aftanfyri Valletta, sum liggur fremst.