Alt bendi annars á heimasigur, tá Magnus Olsen legði vertirnar á odda í seinna hálvleiki. B71 hevði bróðurpartin av spælinum í seinna hálvleiki, og tá Jákup Mikkelsen so eisini noyddist av vøllinum við skaða, mundi lagið hjá gestunum fara í botn.
Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn hetta batnaði. Fyrst legði Sylla bóltin í netið, eftir at innlegg frá Allani Mørkøre brast í tvørtræið. Og lítla løtu seinni gjørdi Sylla bart, tá hann hegnisliga fekk bóltin við sær, áðrenn hann langaði í netið, so B36 fekk trý virðismikil stig við sær til Havnar.
B71-B36 1-2
1-0, Magnus Olsen
1-1, Sylla
1-2, Sylla










