B36 tryggjaði sær seinnapartin trý stig, tá ið teir sendu KÍ úr Gundadali við 1-0 tapi.
Einasta málið skoraði Sylla, sum fyri stuttum er komin aftur til B36, tá ið 1. hálvleikur var hálvrunnin. Sylla sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum og KÍ málverjanum, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Merkisvert var tað, at bæði Mikkjal Thomassen og Hanus Thorleifsson ikki vóru ímillum teir fyrstu ellivu hjá B36.
Síðstu løtuna royndi KÍ at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at fáa mál.