Syhler heldur fram í Danmark

Seinastu tvey árini hevur danski spælskiparin verið ein av profilunum í føroyskum manshondbólti, men hann er nú aftur í Danmark.

 

Loakal-blaðið, Folketinde, skrivar á netinum, at Syhler nú hevur vant við Rødby, og har roknar venjarin við, at spælarin í hópinum, sum skal spæla dyst sunnudagin.

- Danni hevur vant tvær ferðir og spælt ein venjingardyst, og eg gleði meg at brúka hann í dysti eisini, sigur Anders Maj, venjari, við blaðið.