Hítin verður framvegis ikki brúkt í nóg stóran mun við kynsligari samveru. Úrslitið er, at syfilis aftur er farið at spjaða seg kring um í Grønlandi, og kynssjúkan er vorðin ein avbjóðing hjá grønlendska heilsuverkinum.
Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var syfilis nærum burtur í Grønlandi, men nú spjaðir kynssjúkan seg aftur um landið, og næst síðsta ár hevði Grønland 140 skrásettar tilburðir við syfilis.
Økissjúkrahúsið í Sisimiut er nú komið við einari almennari áheitan á fólk, sum hava illgruna um syfilis, um at lata seg kanna. Áheitanin, sum liggur á Facebook-vanganum hjá sjúkrahúsinum, er deild nakrar hundrað ferðir.
Sermitsiaq veit at siga, at áheitanin hjá økissjúkrahúsinum í Sisimiut er galdandi fyri alt Grønland - og ikki bara fyri økið kring Sisimiut.
- Syfilis var stórt sæð burtur í Grønlandi fyri nøkrum árum síðan, men seinastu sjey árini hevur kynssjúkan aftur verið ein veksandi trupulleiki. Hetta er galdandi fyri alt landið, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen.
Landslæknin vísir á, at útbreiðslan av syfilis er ein álvarsamur trupulleiki, tá kynssjúkan kann elva til álvarsamar sjúkur, um smittan ikki verður viðgjørd.
- Syfilis kann gerast munandi meira álvarsligt, um viðkomandi, sum er smittaður, ikki fær viðgerð, og sjúkan kann eitt nú raka nervalagið. Syfilis er nógv vandamiklari enn gonore og klamydia, sum eisini smitta við kynsligum sambandi.
Henrik L. Hansen sigur, at fólk kunnu gerast smittað kring alt Grønland, og hann leggur dent á, at hítin er einasti mátin at verja seg móti smittu.