Syðrugøta er toppskorari

Tað er áhugi at byggja í øllum bygdum í Eysturkommunu, men tað er serliga í Syðrugøtu, at tað er populert at byggja.

Í vikuni varð nýggja útstykkingin í Syðrugøtu, sum fevnir um 26 nýggj grundstykki, handað Eysturkommunu. Tað er entreprenørfelagið Kreton, sum hevur gjørt hetta arbeiði, ið hevur gingið væl, og sum nú er liðugt.

 

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur, at nógv fólk hava staðið á bíðilista til grundstykki í Syðrugøtu. Talan er bæði um fólk við tilknýti til kommununa, men eisini um fólk, sum ikki hava tilknýti, men sum kortini ynskja at seta búgv her.

 

- Vit hava havt eini 70 fólk á bíðilista til grundstykki í Syðrugøtu, og nú útstykkingini er liðug, sendu vit í fyrsta umfari brøv út til tey fyrstu 26, sum hava staðið longst á bíðilista. Fyribils hava eini 12-14 av hesum tikið av.

 

Hann sigur, at onkur, sum lesur uttanlands, hevur takkað nei, tí tey eru ikki komin heimaftur enn. Seinni fáa so eisini onnur, sum standa á bíðilista, bræv frá kommununi um, at nú eru grundstykkini í Syðrugøtu klár at selja.

 

Sjálvur ivast borgarstjórin onga løtu í, at kommunan fer at sleppa av við øll grundstykkini í Syðrugøtu heilt skjótt.

 

- Tað er populert at búgva í Syðrugøtu. Her er gott at vera, og tað er serliga her, at tørvur hevur verið á grundstykkjum, men nú fara vit eisini at keypa jørð til útstykkingar í Leirvík og Norðragøtu, har vit eisini hava fleiri umsóknir um grundstykki, sigur borgarstjórin.

 

Í Norðragøtu standa eini 20 fólk á bíðilista - og í Leirvík eini 30. Einasta bygd, sum er partur av Eysturkommunu, har lítil byggiáhugi er, er Undir Gøtueiði. Her eigur kommunan nøkur grundstykki, men byggiáhugin her hevur verið lítil.