Swansea hevur í kvøld valt at koyra danska venjaran, Michael Laudrup, og í staðin seta Garry Monk í starv.
Hesi tíðindi koma bara ein dag eftir, at formaðurin í Swansea, Huw Jenkins, avvísti øllum søgum um, at Laudrup fór at verða koyrdur.
Hetta er ein avgerð, vit hava tikið við tungum hjarta, segði Jenkins við portalin hjá felagnum.
Men hetta er samstundis ein avgerð, sum er tikin við við tí besta í huga fyri felagið og viðhaldsfólkið, helt Jenkins fram.
Søgur hava gingið um framtíðina hjá Laudrup síðani 2-0 tapið móti West Ham um vikuskiftið. Tað var sætta tapið hjá Swansea í átta dystum, og ta´merkir, at felagið er bert tvey stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.
Roknað var við, at Garry Monk fór at gerast partur av venjaratoyminum hjá Laudrup, men nú er hann í staðin vorðin høvuðsvenjari hjá felagnum í langa tíð fram.










