Swangah við gyltari bókaútgávu

Í dag kemur fyrsta bókaútgávan frá rappbólkinum Swangah.

 

Talan er um eitt listaligt yrkingarsavn í innbundnum hardcover-formati á 78 síður, sum inniheldur allar 13 sangtekstirnar á fyrstu fløguni Belials Synir.

 

13 føroysk listafólk hava prýtt bókina við síni egnu tulking av kendu sangtekstunum, og opna tí upp fyri einari nýggjari og øðrvísi uppliving av tekstunum.

 

Her ímillum Frá Bygd Til Bý, Millumfingurrapp, Gentan Er Farlig, Á Kantinum og fleiri.

 

Listafólkini eru:

 

Bárður Oskarsson

 

Bárður Dal Christiansen

 

Bjørk J. Tróndheim

 

Høgni J. Mohr

 

Charlotta Ingolfsdóttir

 

Laura Gunnváardóttir

 

Elian Jónsson

 

Allan Korsager Davidsen

 

Kjartan Magnussen

 

Bárður Fríi Mikladal

 

Jan Nystrøm

 

/TRÖDL/

 

Edward Fuglø

 

Bókin inniheldur eisini fleiri vitnisburðir, har føroyingar hugleiða um Swangah, umframt myndir frá seinastu 10 árunum.

 

Høvundar eru Steen Rói Lorenzen, Ragnar Davidsen, Cren og Bjartur René Nielsen. Lagt til rættis hevur Eyðun Müller Thomsen.

 

Einans 367 bøkur eru prentaðar, og tær eru allar persónliga talmerktar og signeraðar av Swangah og fáast í bókasølum kring landið.