Rapp bólkurin, Swangah, slerdu fyri nøkrum árum síðani av álvara navn sítt fast í Føroyum. Men hesi seinastu árini hevur bólkurin ikki verið líka aktivur sum í byrjanini – serliga tí at fleiri av limunum í bólkinum hava verið uttanlands í útbúgvingarørindum.
Men í dag hevur Swangah so aftur útgivið eitt lag, sum er eitt meira summarkent lag. Heitið á lagnum er Summarfunk, og er tað framleitt av Ghostnotes, meðan Urbanus Olsen í Klaksvík hevur mixað og mastrað lagið.
Sum skilst kemur enn eitt lag út um eina viku, sum fer at kallast ”Lán mær eitt oyra”.
Nýggja lagið kann hoyrast við at trýsta á leinkjuna omanfyri.